Bryggjaríini Restorff og Vífilfell hava framleitt fyrstu føroysku
øldósirnar. Bryggjaríini hava gjort samstarvsavtalu og hetta er fyrsta
úrslitið. Sostatt eru bryggjaríini klár, tá ætlaða lógarbroytingin, ið m.a.
loyvir eingangs dósum, kemur í gildi.
Stjórin í Restorff, Johan Mortensen, ivast ikki í, at broytingin kemur.
- Broytingin kemur óiviað, og vit eru klárir vi dósini, og bíða bara, til
broytingin verður sett í gildi, sigur hann.
Hann fegnast um samstarvið við Vífilfell, ið er størsta fyritøka av sínum
slag í Íslandi.
Vífilfell framleiðir t.d. Coca Cola og Fanta og eisini Carlsberg á licens.
Og tað er eisini Vífilfell, ið framleiðir Svali, sum føroyingar kenna væl.
Sum nakað av tí seinasta, so er Vífilfell eisini høvuðsstuðul hjá
Jóansøkufestivalinum í ár.
Johan Mortensen á Restorff fegnast um samstarvið, ið hann sigur gevur
stórar møguleikar fyri báðar partar, tí til ber at marknaðarføra saman og
at framleiða hvør hjá øðrum, eins og talan er um øktan marknað.