Vørur frá Restorffs verða nú eisini at fáa umborð á flaggskipi føroyinga, Norrønu. Í tíðindaskrivi frá fyritøkuni verður sagt, at tað vil gleða tey 42,3 % av øllum føroyingum, sum eru Restorffs drekkarar, at fløskuøl frá Restorffs verður at fáa umborð á nýggju Norrønu. Restorffs Víst verður á, at bryggjaríið er fegið um heiðurin at verða umborð á Norrønu soleiðis at bæði føroyingar og fremmandafólk hava høvi til at leska seg við kvali-tetsbryggi frá Restorff sum er 100 % vistfrøðiligt við ongum kemikalium og haldevnum í. Norrønna og Restorffs gera Føroyar størri stendur í tíðindaskrivinum.
Tíðindi