Restoff?s missir metstóran ordra

Føroyingar missa andlit, og Restorff?s bryggjarí missar ein metstóran ordra. Tað sigur Johan Mortensen, stjóri í Restorff?s bryggjarí, nú forðað verður Norrønu at skeinkja á stóru fiskivinnustevnuni í Runavík.

? Hetta er ein landaskomm! Hyklarí í ytsta potensi.
Johan "Hot" Mortensen, stjóri á Restorff bryggjarí, er alt annað enn fegin um, at Norrøna, nú brádliga er turrløgd.
Bryggjaríið hevur gjørt avtalu við fiskivinnustevnuna um, at ølið frá Restorff er tað einasta, sum verður selt umborð á Norrønu. Føroya Bjór er koyrt í land, og hetta er ein søguliga stórur ordri hjá bryggjarínum úr Havn, tí túsundtals gestir vitja á stevnuni. Nú kann ølið tað sama stoytast fyri borð.
? Vit hava staðið á høvdinum síðstu dagarnar fyri at stoyta øl í føt til hesa stevnuna, men nú verður hetta av ongum. Tað er pínligt. Bæði fyri okkum og fyri nógvu stevnuluttakararnar, sigur ein heitur Johan Mortensen, stjóri í Restorff?s bryggjarí.

Missa andlit
Seinasta ár vóru ein 7000 vitjandi, og1000 teirra vóru útlendingar. Í ár er ikki óhugsandi, at tað vera útvið 10.000 vitjandi, og umleið 500 av teimum búgva umborð á Norrønu. Men skulu tey hava eitt glas, mugu tey altso velja ímillum mjólk, sodavatn og kanska eina veika øl.
? Føroyingar missa fullkomiliga andlit av hesum. Hetta er nógv tann størsta altjóða stevnan, sum føroyingar skipa fyri, og so ber ikki til hjá teimum útlendingum, sum ómaka sær higar at fáa eina øl. Tað er beinleiðis pínligt, sigur Johan Mortensen.
Sum Sosialurin skilir, so arbeiðir løgreglan við málinum. Skal Norrøna brúkast sum hotelskip, ið skeinkir, so skulu bæði matstovuloyvi og skeinkiloyvi vera í lagi. Men bara matstovuloyvi er fingið, sigur Kári Thorsteinsson av politistøðini í Havn, sum hyggur eftir, at loyvini verða yvirhildin.

Einasta í verðini
Í fjør bar til. Tá var fiskivinnustevnan gjørd til eina afturlætna samkomu, sum skonkt varð fyri. Í ár hevur ljóðað, at stevnan hevði funnið eitt hol í lógini. Norrøna skuldi selja gløs, sum fiskivinnustevnan síðan skonkti rúsandi løg í. Men hetta er at sníkja seg undan lógini, halda myndugleikarnir.
? Eg veit ikki, um vit kunnu lasta fyrireikararnar fyri, at teir ikki hava fingið síni viðurskifti í rættlag. Tað er ómetaliga seint at koma dagin fyri stevnuna og siga, at tað ikki má skeinkjast. Hetta er pínligt, og útlendingar fara at flenna eftir okkum. Hetta er einasta stevnan í verðini, har tað ikki ber til at fáa sær eina øl um kvøldið, sigur Johan Mortensen.

Politiskt hykl
Tá til stykkis kemur, er tað hvørki fútin ella fiskivinnustevnan, sum skal lastast, heldur bryggjaríið. Tað eru føroysku politikararnir, sum ikki eru sína uppgávu vaksnir.
? Rúsdrekkalógin er 100% tápulig, men ongin politikari torir at nerta við hana. Teir eru so bangnir fyri at missa sínar atkvøður, at teir lata bara standa til, hóast ein slík stevna vísir, hvussu langt úti vit eru í Føroyum. Hetta er rein forðing av føroyskum vinnulívi, sigur Johan Mortensen.