Resta 231 metrar í móti Rókini

Nú er minni enn ein kilometur eftir at spreingja.

Nú byrjar av álvara at nærkast, at hol er ígjøgnum í Eysturoyartunlinum, tí nú restar minni enn ein kilometur eftir at spreingja.

 

Í síðstu viku vórðu 128 metrar sprongdir í alt í Eysturoyartunlinum. Nú eru 10.296 metrar av 11.250 metrum sprongdir. Móti Rókini resta nú 231 metrar í at spreingja og millum Eysturoynna og Streymoynna 711 metrar.

 

Í seinastu viku vórðu 46 metrar sprongdir av Hvítanesi móti rundkoyringini undir Tangafirði. Í alt eru nú sprongdir 4.876 metrar frá Streymoyarlandinum.

 

Mótsattan veg, frá rundkoyringini móti Hvítanesi, eru 30 metrar sprongdir hesa vikuna. Á hesum teininum eru sprongdir 1.873 metrar tilsamans.

 

Stytsti teinurin til ljósið er móti Rókini. Har vóru sprongdir 52 metrar í síðstu viku, tilsamans 1.922 metrar, so nú resta 231 metrar eftir, áðrenn komið er ígjøgnum.