Koyr nevan í loft, pikka korn og dansa valið inn! Fríggjakvøldið er ressingarpunkur og valpeppan í Cippo við 200 og Undirbeat. Fjórða hvørt ár fara vit á val, seta ein kross og siga okkara hugsan um politiska landslagið. Í grundini ein stórfingin og týðandi hending. Spenningurin byggist upp. Hvør situr í sínum lagi og bítur negl, gríslar tenn og ristir í knøðunum. Men nú nýtist tær ikki longur at sita einsamallur heima við summarfuglunum í búkinum.
Upphitingar geilan
Fríggjakvøldið borðreiðir Cippo við algoystari punkkonsert frá 200 og tvinnum topptunaðum DJs frá Undirbeat; James James og Bryn. Pumpandi electrotónarnir og fokkjúpunkurin fara at gera sítt ítarsta til at hita hvørja sál upp til valið. Tí vit vilja hava stuttleika og vit vilja hava geilan. Vit vilja geva tær møguleikan at koyra neva upp í loft, pikka korn og sveiggja dintil alt í senn saman við øðrum politiskt peppaðum.
Dyrnar opna á midnátt. 200 fara á pall kl. 01 og electrosnillingarnir James James og Bryn koyra stílin bæði áðrenn og aftaná. Kom og far amokk við okkum! Tað er sjálvandi nógv stuttligari at brúka tíðina uppá at dansa sum eitt svakt enn at sita heima í álvarsemi og trilla tummil og bíða.
Ressingarpunk frá kl 24.00 til 04.00 í Cippo - kostnaður 100 kr - 18 ára aldursmark.
www.myspace.com/undirbeat
www.myspace.com/200baby