Reseptin frá læknanum verður nú elektronisk

Tá ið tú hereftir fær til læknan eftir heilivági, skalt tú ikki longur hava eina resept av pappíri í hondina.

Reseptin verður nevniliga talgild.

Heilsumálaráðið boðar frá, at nú kunnu læknar senda elektroniskar reseptir uppá heilivág beinleiðis til apotekini kring landið.

- Nýggju e-reseptirnar merkja, at ikki tað ikki longur er neyðugt at skriva út og handa ella faxa reseptir til apotekini, sigur Heilsumálaráðið

Skipanin við E-reseptum er ein liður í at menna talgildu heilsuskipanini og varð í farnu viku verksett á øllum trimum sjúkrahúsunum og hjá einstøkum kommunulæknum.

Næsta ár kunnu allir kommunulæknar brúka skipanina.

- Málið er, støðugt at bøta um sjúklingatrygdina og tryggja, at rætti sjúklingurin fær ávísta heilivágin. Talgilda E-reseptin ber í sær smidligari arbeiðsgongdir, har færri skulu handfara sama skjal, sigur Heilsumálaráðið.