Reseptheilivágur er persónligur

Misnýtsla: Ein 32 ára gamal vágamaður er skuldsettur fyri brot á læknalógina við at hava selt reseptheilivág

Narkopolitiið var mikudagin í Vágum og gjørdi kanningar, og tá varð ein 32 ára gamal maður handtikin og skuldsettur fyri at hava selt heilivág av slagnum Retalin.
Maðurin noktar at hava selt tablettirnar, men hann hevur viðgingið, at hann hevur latið onnur fáa burturav.
Tað er kent, at nógvur heilivágur skiftir hendur millum misnýtarar. Tað vita viðgerðarstovnarnir.
Sambært Bergleif Brimvík, leiðara á kriminaldeildini er hetta fyrstu ferð, at nakar er tikin og skuldsettur fyri slíkan handil.
Maðurin er skuldsettur fyri at hava selt 50 tablettir av Retalin, sum er heilivágur, ið givin verður fyri ADHD. Hetta er resept-heilivágur, sum er persónligur og ikki má latast øðrum. Verður tað gjørt, er tað brot á læknalógina.