Resepsjónistur við royndum úr høvuðsstaðnum

(Ljóðsamrøður) Hoyr samrøðuna, sum var við resepsjónistin hjá Hotel Runavík, Hildigunn Lamhauge

Hotel Runavík hevur sett Hildigunn Lamhauge í starv, sum respepsjónist á endurupplatna gistingarhúsinum.

 

Hildigunn Lamhauge hevur eina starvsliga fortíð á Hotel Føroyum og á Hotel Hafnia í høvuðsstaðnum. Hon fegnast um at hava fingið møguleikan at starvast í Runavík.

 

Hon sigur, at fyribils er undirtøkan fyri hotelinum millum tey meira tilkomnu. Hon staðfestir eisini, at tað hevur gingið væl við talinum av bókingum fyrstu dagarnar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Hildigunn Lamhauge í seinnapartssendingini hjá Rás2, sum verður send úr Runavík.