Boð vóru í gjár send eftir bjargingarbátinum hjá Norðoya Bjargingarfelag, Rescu Ziska, ið hevur heimstað í Klaksvík, tí ein bátur var steðgaður upp seks fjórðingar sunnanfyri Skorðina.
Talan var um ein 30 fóts glastrevjabát, ið hevði fingið motorsteðg, og mátti sleipast aftur til Klaksvíkina.
Á MRCC-støðini eru tey von við slíkar fráboðanir, nú alsamt fleiri fólk fara ein túr út við bátum, ið kanska hava ligið síðani síðsta summar.
- Tað er ikki óvanligt, at bátar hava tørv á hjálp vegna væntandi viðlíkahald. Tað rætta er at skifta filtur og annað við jøvnum millumbili, heldur enn at bíða til tey hoyra, at okkurt er áfatt, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.