Rescue – nýggj tænasta hjá Ansni

Ansni byrjar nú við eini nýggjari flutnings- og neyðtænastu og hevur fingið tveir bilar, sum eru sergjørdir til hesa tænastu.

Talan er um ein MAN 8.185 flutningsbil og ein Nissan Patrol jeep. Flutningsbilurin tekur sær av at flyta bilar, sum av eini ella aðrari orsøk ikki kunnu koyra sjálvir, og tískil mugu flytast. Bilurin klárar at flyta bæði persónbilar og vørubilar umframt onnur akfør og maskinur. Nissan Patrol kemur t.d. at taka sær av at hjálpa bilum, ið eru uppsteðgaðir fyri streym, brennievni e.l. Nýggja tænastan kallast Ansni Rescue.

- Vit fáa javnan fyrispurningar í hesum sambandi, og nógvir av kundum okkara hava ynskt eina slíka tænastu. Tí hava vit tikið avgerð um at bjóða okkum fram við hesi flutnings- og neyðtænastu. Vit eru jú til taks alt samdøgrið alt árið, og hetta passar væl inn í okkara konsept. Ætlanin er eisini at útbyggja tænastuna, sigur Janus Djurhuus, vaktleiðari hjá Ansni.