MRCC fekk um fýra tíðina í dag boð um, at ein bátur var steðgaður upp umleið hálvan fjórðing sunnanfyri Borðuna á Nólsoynni. Sum so mangan fyrr í slíkum støðum, so bleiv heitt á bjargingarbátin Rescue Lív at hjálpa uppsteðgaða bátinum.
- Vit fingu boðini klokkan 16.03 og sendu tey víðari til manningina umborð á Resuce Lív klokkan 16.05. Longu klokkan 16.27 fingu vit at vita, at Rescue Lív var frammi hjá bátinum, verður upplýst av vakthavandi á MRCC støðini, ið leggur aftrat, at vanliga gongur tað ikki meira enn 5 til 10 minuttir frá tí, at Rescue Lív fær boðini, til tey sjálvbodnu eru í bátinum og á veg avstað.
Rescue Lív sleipaði bátin til Argir, har teir komu í havn um hálvgum seks tíðina í dag.