Republikanska kappingin verður avgjørd í kvøld

John McCain fer í kvøld at røkka upp um helmingin av teimum, sum seinni í ár skulu velja forsetavalevni hjá republikanska flokkinum Tað skal ganga heilt øðrvísi, enn allar kanningar benda á, at tað fer at gera, um John McCain ikki í kvøld skal tryggja sær rættin at vera valevni hjá republikanska flokkinum, tá ið forsetaval verður fyrsta týsdagin í november.

Higartil hevur John McCain vunnið 1047 valmenn. Tað eru 144 færri enn teir 1191, sum tað er neyðugt at hava aftanfyri seg fyri at vera púra vísur í at gerast forsetavalevni. Í kvøld eru uppstillingarval í Texas, Ohio, Rhod Island og Vermont. Samlaða talið á valmonnum, sum skulu veljast, er 256. Einasta mótvalevni hjá McCain er fyrrverandi Arkansas guvernørurin Mike Huckabee. Hesin hevur sagt, at um McCain, sum umboðar Arizona í Senatinum, í kvøld tryggjar sær meirilutan av valmonnunum, so fer hann at leggja kongin.