Republikanarin Bob Barr kann tryggja Obama sigurin

Minni enn so allir amerikanarar vita, hvør Bob Barr er, men sum forsetavalevni kann hann vinna floksfelaga sínum John McCain neisur og kanska tryggja mótstøðumanni hansara forsetasessin.

Bob Barr umboðaði republikanska flokkin í Kongressini til fyri tveimum árum síðani, tá hann valdi at fara upp í tann lítla libertarianska flokkin. Har hevur hann veruliga gjørt um seg og hevur vunnið sær støðugt størri ávirkan og undirtøku. Nakrar fáar dagar undan floksfundinum í mai kunngjørdi hann, at hann ætlaði sær at stilla upp sum forsetavalevni hjá flokkinum, og aftan á seks atkvøðugreiðslur varð hann góðkendur sum forsetavalevni.

 

Samanborin við teir báðar stóru flokkarnar í USA, demokratarnar og republikanararnar, er libertarianski flokkurin lítil og kanska meiri ein rørsla enn ein flokkur. Tí hevur Bob Barr ongan livandi møguleika á forsetavalinum í heyst.

Men hann kann fáa so mikið av atkvøðum, at tað kann ávirka úrslitið av kappingini millum Barrack Obama og John McCain í teimum statunum, har munurin millum teir báðar er litil. Taparin í hesum føri verður John Mccain.

 

Kann gera mun

Higartil hevur tað eydnast Bob Barr at fáa sítt navn á atkvøðuseðlarnar í 30 statum, og fyribils er tað serliga staturin Georgia, sum hevur áhuga. Bob Barr býr í Georgia, og tað kann geva honum lutfalsliga nógvar atkvøður har. Tað er tí ikki av tilvild, at barrack Obama er farin undir eitt átak ímóti republikanarunum í Georgia.

David Plouffe, sum stendur á odda fyri valstríðnum hjá Barrack Obama, sigur við Los Angeles Times, at fær Bob Barr kann saktans fáa fýra prosent av atkvøðunum í Georgia og tvey prosent í teimum flestu av hinum statunum. Hetta samsvarar eisini rættiliga væl við eina meiningakanning hjá sama blaði. Hon vísti, at Bob Barr kann fáa trý prosent á forsetavalinum, og at nógv teir flestu av hansara veljarum komu frá republikanska flokkinum.

Heldur hetta, kann republikanarin Bob Barr geva amerikanarunum ein demokrat í Hvítu Húsini á valinum í heyst.