Republikanari vil koppa Trump

Amerikanski forsetin fær nú eitt mótvalevni til republikansku tilnevningina

Tað er nú greitt, at Donald Trump verður ikki einasta valevni hjá republikanska flokkinum, ið bjóðar seg fram sum forsetavalevni. William Weld, ein fyrrverandi republikanski guvernør, boðaði nevniliga í gjár frá, at hann stillar upp.

William Weld var republikanskur guvernørur í Massachusetts frá 1991 til 1997 og til valið fyri tveimum árum síðan var hann varaforsetavalevni hjá Frælsisflokkinum.

Avgerðin at stilla upp til forsetavalevni hjá republikanarunum bleiv kunngjørd í einum video á netinum í gjár, har hann millum annað vísti á munirnar millum seg og sitandi forseta.

- Tíðin er komin at venda aftur til meginreglurnar hjá Lincoln – javnrættur, virðing og møguleikar fyri øll. Tað er eingin størri sak á jørð enn at varðveita tað, ið veruliga ger USA stórt. Eg eri klárur at ganga á odda í stríðnum, sigur í kunngerðini.

Sannlíkindini fyri at tað eydnast William Weld at vinna tilnevningina hjá republikanska flokkinum eru so gott sum eingin. Stjórnin í republikanska flokkinum hevur longu gjørt greitt, at tað er so gott sum vónleyst fyri nakran at bjóða einum sitandi forseta av, meðan ein Gallup kanning vísir, at 89 prosent av republikanarum stuðla Donald Trump.

Tað er heldur ikki vanligt í amerikanskum politikki, at nakar bjóðar einum fyrrverandi forseta av í egnum flokki, og er tað sambært amerikanska miðlinum Time ikki hent siðan 1992.