Rand Paul verður ikki næsti forsetin í USA. Útlitini vóru nú heldur aldrin serliga stór fyri, at 53 ára gamli senatorurin fyri Kentucky skuldi gerast forseti, men nú hevur hann boðað frá, at hann tekur seg úr valstríðnum aftaná, at hann endaði sum nummar fimm í Iowa.
- Hóast eg í dag steðgi mínum valstríði at gerast forseti, so er stríðið langt frá liðugt. Eg vil framhaldandi bera frælsiskyndilin í amerikanska Senatinum, og eg gleði meg enn einaferð at vinna framíhjárættin at umboða fólki í Kentucky, skrivar Rand Paul í einum tíðindaskrivi fyri løtu síðani.
Rand Paul er næsti republikanarin, ið sleppur royndini at gerast forsetavalevni hjá Republikanarunum aftaná undanvalið í Iowa. Valkvøldið boðaði Mick Huckabee frá, at hann gav skarvin yvir.
Republikanskir veljarar hava tó enn tíggju valevnir at velja millum. Tey eru Jeb Bush, Carly Fiorina, Marco Rubio, Ted Cruz, Ben Carson, Donald Trump, Chris Christie, Jim Gilmore, Rick Santorum og John Kasich.

Rand Paul. Mynd: Polfoto
Republikanari gevur skarvin yvir

Rand Paul. Mynd: Polfoto

Rand Paul. Mynd: Polfoto

Rand Paul. Mynd: Polfoto

Rand Paul. Mynd: Polfoto

Rand Paul. Mynd: Polfoto

Rand Paul. Mynd: Polfoto