Eru meiningakanningarnar álítandi, fara republikanararnir at vinna undanvalið til amerikonsku Kongressina, sum verður í november. Eftir teirri seinastu kanningini fara republikanararnir at fáa 51 prosent av atkvøðunum og demokratarnir 41 prosent.
Sambært Gallup hevur munurin ongantíð verið so stórur fyrr, og kanningarstovnurin sigur, at valið kann enda sum ein stórsigur til republikanararnar, og at teir fara at taka fleiri sessir í Senatinum og Umboðsmannatinginum frá demokratunum.
Alt Umboðsmannatingið skal mannast av nýggjum í november, og harafturat standa 37 av teimum 100 sessunum í Senatinum fyri vali.









