Republikanararnir størri meiriluta í Kongressini

Republikanski flokkurin hevur styrkt sína støðu bæði í Senatinum og í Umboðsmannatinginum

Demokratarnir fingu als ikki tað burtur úr kongressvalinum, sum teir høvdu væntað. Undan val-inum høvdu demokratarnir 48 av teimum 100 sessun-um í Senatinum, og hesaferð høvdu teir sett sær fyri at fáa meirilutan har.
Men so varð ikki. Tað eydnaðist demokratunum at fáa tann svarta Barack Obama valdan í statinum Illinois, og hann verður tann enasti svarti senatorurin. Undan valinum umboðaði republikanarin Peter Fitzgerald Illinois í Senatinum, men hann varð noyddur at taka seg aftur aftan á eina gølu um kynsligan ágang.
Men í Georgia vann republikanarin Johnny Isakson senatssessin frá demokratinum Zen Miller. Ikki tí, demokratarnir fara neyvan at sakna hann, tí hann hevur fleiri ferðir atkvøtt saman við republikanarunum, og hann mælti eisini sínum veljarum til at atkvøða fyri George W. Bush. Í South Carolina, North Carolina og Louisiania máttu demokratarnir eisini lata republikanarar-nar fara við senatssess-un-um.
Í Suður Dakota er stórur spenningur um tað endaliga úrslitið, tí har stendur á jøvnum ímillum demokrat-iska senatorin Tom Daschle og republikanska avbjóðaran John Thune. Hetta var heldur óvæntað, tí Daschle hevur verið formaður í senatsbólkinum hjá demokratunum.
Eisini í Umboðsmannatinginum standa republikanararnir sterkari aftan á valið. Har hava teir fingið fýra tinglimir aftuat.
Úrslitini í Senatinum og Umboðsmannatinginum gera, at tað verður uppaftur lættari hjá George W. Bush at fáa undirtøku fyri sínum lógaruppskotum har. Um hann vinnur valið.