Fleiri politikarar í republikanska flokkinum í USA eru farnir at krevja, at USA skal taka sínar hermenn úr Irak, tí alt ov nógvir amerikanskir hermenn eru falnir har.
Um vikuskiftið fór talið á falnum amerikonskum hermonnum í Irak upp um 1.700, og tað er meiri, enn summir floksfelagar hjá George W. Bush, forseta kunnu góðtaka. Ein teirra er Walter Jones. Hann er limur verjunevndini hjá í Umboðsmannatinginum og valdur í statinum North Carolina. Hann heldur, at tað er trupult hjá USA at rættvísgera álopið á Irak, og at nú er stundin komin til at taka hermenninar heimaftur.
Ein annar republikanari, senatorurin Lindsey Graham, segði við sjónvarpið CBS mánadagin, at uppreisturin í Irak heldur fram, og at amerikanska herleiðslan hevur stórliga undirmett mótstøðuna. Bæði Walter Jones og Lindsey Graham siga, at herleiðslan var als ikki fyrireikað uppá, hvat kundi henda í Irak aftan á sjálvt kríggið ímóti Saddam Hussein.