Reportasja frá golfvøllinum á Glyvursnesi á Rás2

Kl.15.30 í dag verður ein reportasja at hoyra á Rás2, sum Kári Mikkelsen hevur gjørt. Kári hevur verið úti á golfvøllinum á Glyvursnesi, og har prátaði Kári við Janus Norðberg, nevndarlim í Tórshavnar Golfklubba, og hann fekk eisini orðið á Palla Henriksen úr Havn, sum er ein íðin golfleikari.