Størri lán hjá sethúsaeigarum og ein hægri marknaðarrenta hava nærum tvífaldað rentustuðulin Útvarpið veit at siga, at rentustuðulin á fíggjarlógini fyri 2008 verður oman fyri 100 milliónir krónur. Seinnu árini hevur talið annars verið um 55 milliónir, so talan er um stóra øking.
Tað er ein blanding av øktari lánibyrðu hjá sethúsaeigarum og ein hækkað marknaðarrenta, sum hava borið økta rentustuðulin við sær.