Rentustuðulin lækkar

Andstøðan sleppur neyvan í gjøgnum løgtingið við einum uppskotið um at varðveita rentustuðulin á 48 prosentum. Samgongan tekur ikki undir við málinum

Tey, sum hava rentuútreiðslur av sethúsalánum, mugu leggja eitt sindur meira til síðis til rentuútreiðslurnar í ár. Stuðuðulin lækkaði 1. januar úr 48 niður í 44% av rentuútreiðslunum.

Stendur tað til andstøðuna í løgtinginum skal hendan lækkingin setast úr gildi og stuðulin varðveitast uppi á 48%. Andstøðan legði fyri jól fram eitt uppskot, sum mælir til at at seta úr gildi lækkingina. Orsøkin er, at rentan á sethúsalánum er hækkað nógv seinastu tíðina, og tað er sostatt vorðið dýrari at sita í egnum húsum.

Uppskotið hjá andstøðuni miðaði eftir at steðga tí stigvísu lækkingini av stuðulinum, sum byrjaði 1. januar og heldur fram til 1. januar 2003, tá ið stuðulin er komin niður í 40% av rentuútreiðslunum.

Uppskotið hevur verið til viðgerðar í fíggjarnevndini, og í gjár legði nevndin fram álit í málinum. Og eftir álitinum at døma, verður uppskotið felt, tá ið tingmenn fara at atkvøða við aðru viðgerð. Samgonguumboðini í nevndini taka nevniliga ikki undir við uppskotinum og mæla løginginum til at vraka tað.


Trýstir prísirnar upp

Umboðini grundgeva ikki fyri sínum sjónarmiðum, men tá ið 1. viðgerð var av uppskotinum, gjørdi Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýrisflokkinum greitt, at hann ikki tók undir við uppskotinum, tí tað er eitt nú rentustuðulin, sum hevur elvt til, at sethúsaprísirnir eru so høgir í dag. Stuðulin trýstir prísirnar upp, vildi tingmaðurin millum annað vera við.

Sámal Petur í Grund vísti eisini á, at uppskotið fer at tyngja um útreiðslurnar hjá kommununum, tí tær skulu sambært uppskotinum gjalda 15% av rentustuðlinum í staðin fyri 13% sum í dag. Um tað eru hesi sjónarmiðini, sum hava fingið samgonguumboðini til at mæla frá uppskotinum, er ikki greitt.

Undir 1. viðgerðini gjørdi Óli Breckmann kortini greitt, at hann tekur undir við uppskotinum. Um aðrir samgongutingmenn hava somu støðu, fæst at vita, tá ið uppskotið kemur til aðru viðgerð, men líkt er til, at samgongan eins og í øðrum málum stendur saman um at vraka uppskotið.

Umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, sum løgdu uppskotið fram, mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Sambært uppskotsstillarunum fer tað at kosta millum 500 og 1000 krónur meira um mánaðin hjá einari familju at gjalda sethúsalánini, um rentustuðulin fer niður í 44%, nú rentan samstundis er hækkað nógv. Sethúsaeigarar kunnu sostatt byrja longu nú at leggja nakrar hundrað krónur afturat útreiðslusíðuni hvønn mánað.