Rentustuðulin fellur

Sammett við ársbyrjan í fjør, verður tað komandi ár úti við 1.000 kr. dýrari um mánaðin at hava sethús. Hægri oljuprísir og renta, umframt lægri rentustuðul eru høvuðsorsøkirnar til hetta

rentustuðul


Sum um høgu oljuprísirnir ikki vóru nóg tung byrða hjá sethúsaeigarum, so lækkar rentustuðulin frá 1. januar at rokna. Har afturat kemur eisini, at rentan seinasta árið er hækkað við einum prosentstigið hjá teimum, sum hava seriulán, meðan talan er um trýkvart prosent hjá teimum, sum hava annuitetslán.


Lækkingin er lógarfest

Sum so er tað einki óvæntað í tí, at rentustuðulin nú lækkar, tí hetta hevur alla tíðina verið lógarfest. Í lógini um rentustuðulin verður sagt, at frá og við ár 2001 at rokna verður hesin lækkaður, soleiðis at hann í ár 2003 er komin niður á 40%. Rentustuðulin hevur fram til í ár verið 48%.

Umframt at rentustuðulin nú lækkar, er rentan av sethúsalánum, sum nevnt omanfyri, eisini hækkað í árinum, soleiðis at tað í 2001 verður dýrari at hava sethúsalán.

Niðanfyri er sett upp ein lítil talva, sum sýnir, hvørja ávirkan hetta fær, um skuldin í sethúsunum er 500.000. Viðmerkjast skal, at roknað er ikki við avdráttum ígjøgnum árið, so talvan sýnir bert á leið, hvørja meirútreiðslu talan er um.


2000 2001

Renta 27.500,00 32.500,00

Rentustuðul -13.200,00 -14.300,00

At gjalda 14.300,00 18.200,00

Gjald pr. mánað 1.191,67 1.516,67


Sum tað framgongur av talvuni, so verður tað komandi ár á góðar 300 kr. dýrari um mánaðin hjá einum sethúsaeigara, við skuld upp á hálva millión.

Har umframt eru eisini onnur viðurskifti, sum gera tilveruna hjá hesum dýrari. eitt nú er oljuprísurin hækkaður somikið nógv seinasta hálva annað árið, at verður hendan hækkanin íroknað, hevur sethúsaeigarin nærum ein túsundkrónu seðil minni at liva fyri um mánaðin.


Er íroknað

Sum nevnt, so hevur tað alla tíðina verið greitt, at rentustuðulin fór at minka, og hetta hava sethúsakeyparar eisini verið kunnaðir um, verður sagt úr peningastovnunum.

Dánjal Joensen, deildarleiðari í Sparikassanum sigur við Sosialin, at tá lán verða veitt, fær lánveitarin samstundis eitt yvirlit yvir, hvussu nógv verður at gjald í rentum og avdráttum komandi árini.

- Her verður víst, hvussu nógv skal gjaldast á hvørjum ári, og í hesum talvum er innroknað, at rentustuðulin fer at falla komandi árið, sigur Dánjal Joensen.


Myndatekstur:

Í mun til ár 2000 verður tað í 2001 úti við 1.000 kr. dýrari um mánaðin at hava sethús, um skuldin liggur um hálva mió.kr.