Suðuroyar Sparikassi lækkar nú eisini út- og innlánsrentur sínar Eftir at Tjóðbankin tann 19. desember lækkaði leiðandi rentuna, lækkar Suðuroyar Sparikassi nú eisini flestu renturnar við virknaði frá mánadegnum 5. januar 2009.
Hetta merkir m.a., at rentan á 1. veðrættarlánum lækkar við 0,25 prosentstigum og kemurniður á 6,75 prosent p.a., sigur Suðuroyar Sparikassi í tíðindaskrivi.
Flestu innlánnsrenturnar lækka 0,50 prosentstig.