Rentulækking setur ferð á búskaparhjólini

Nýggju fíggingartilboðini kunnu væl fáa eina positiva ávirkan á samfelagsbúskapin. Fólk fáa fleiri pengar um hendi, og tí kann nýtslan hjá flestu húsarhaldum økjast. Men tað verða fyrst og fremst tey, sum longu hava sett búgv, sum koma at merkja positivu árinini, heldur limur í Búskaparráðnum

Tað var ein, tað vóru tveir, síðani tríggir og nú fýra. Næstan í somu takt sum børnini, ið fóru á súkklutúr í sanginum hjá Kulum Rótum eru peningastovnarnir komnir hvør um annan við lánstilboðum, sum at kalla hava tikið botnin undan húsalánsrentuni. Seinast við Norðoya Sparikassa, sum bjóðar sethúsafígging við bert 3,45% í rentu. Ein mest sum óhoyrt lág renta.

Kundin fær fleiri pengar
Fyrst og fremst, so er hetta væl nakað, sum kemur kundunum hjá bankunum til góðar. Einamest teimum, sum fyri stuttum hava sett búgv, og sum tí hava stórar lánibyrðar. Hesi koma nú at hava fleiri pengar um hendi, og alt eftir, hvussu nýtslan av hesum verður, kann hetta fáa eina lutfalsliga stóra ávirkan á búskapin.
Tað tykist tó ikki vera nakað greitt svar um, hvussu slíkar broytingar vilja ávirka føroyska búskapin, sigur Unnur Joensen, búskaparfrøðingur og limur í formansskapinum í Búskaparráðnum.
- Fyrst og fremst, so vil eg siga, at tað er positivt við øktari kapping á sethúsaláns-marknaðinum. Ein kapping, sum helst byrjaði við átakinum hjá Suðuroyar Sparikassa herfyri. Hetta er gott fyri kundarnar, tí teir nú hava ein fleiri vørur at velja ímillum fyri ein bíligari pening. Sjálv kenni eg ikki fíggjarmarknaðirnar í grannalondum okkara út í æsir, men soleiðis sum rákið hevur verið, so var tað væl bara ein spurningur um tíð, áðrenn hetta eisini kom til Føroya, heldur hon.
- Men skal tosast um ávirkan, so er tað trupult at geva nakað eintýðugt svar. Einamest, tí hetta er ein nýggj støða her í Føroyum, og at vit tí ikki hava nakra simulering av, hvussu brúkarin ber seg at. Tí kann eg bara siga, hvør mín meting er av hesum.
Og hvør er so hon?
- Tað er sjálvandi ymsikt, hvussu fólk velja at nýta nýggja møguleikan. Summi vilja nokk brúka »tann gamla føroyska hugsunarháttin« við at gjalda enn meira niður. Men sjálv rokni eg við, at tað verða fleiri, sum nýta møguleikan at fáa sær ein gjaldsskáa. Og kanska eisini leingja verandi lán. Tað vil so eisini viðføra, at lántakararnir vilja hava meira pening um hendi, og harvið vil nýtslan økjast. Og hetta vil hava eina positvia ávirkan á samfelagsbúskapin, tí aktiviteturin økist.
- Samstundis er talan um at javna privatnýtsluna yvir eitt longri tíðiarskeið. Lagt verður upp til, at eitt nú barnafamiljur kunnu fáa eina størri nýtslu nú, fyri so at rinda peningin aftur seinni. Hartil er tað vorðið alt meira vanligt við eftirlønaruppsparingum, og tí verður tað ikki eins aktuelt at »spara« upp í húsum.

Hægri sethúsaprísir
Flestu lutir hava tó tvær síður. Og Unnur ásannar eisini, at ein avleiðing av betraðu lánimøguleikunum væl kann gerast ein hægri sethúsamarknaður.
- Nú kenni eg ikki sethúsamarknaðin serstakliga væl. Men uppførir hesin seg á sama hátt, sum marknaðir vanliga gera, so vil hetta bera hægri sethúsaprísir við sær. Í tann mun hetta hendir, so vera tað núverandi sethúsaeigarar, ið fáa mest burturúr hesum. Tey, ið skulu selja, fáa hægri prís, meðan tey sum velja at verða búgvandi í sínum húsum, koma at sita bíligari. Tey sum skulu út á henda marknaðin fyri fyrstu ferð, vilja ikki fáa eins stóran ágóða av hesum - um prísirnir altso hækka.

Kann blíva politiskt
Eitt av politisku amboðunum, sum hava verið nýtt her á landi, er lógin um rentustuðul. Ein lóg, sum betrar munandi um møguleikarnar at seta føtur undir egið borð.
Broytta sethúsafíggingin kann tó eisini ávirka hesa lóg. Men tað er ikki einvíst, hvønn veg broytingin fer at venda, vísir Unnur á.
- Í sjálvur sær vil ein rentulækking minka um rentustuðulin, tí hesin er jú fastur brotpartur av rentuni. Hinvegin verður nú eisini lagt upp til avdráttarskáar, og tað vil bera eina longda afturgjaldstíð við sær. Og so kann samlaða rentan væl gerast hægri.
Um so er. Kann tað so hugsast, at Búskaparráðið fer at mæla til eina avtøku ella lækking av rentustuðulinum?
- Avdráttarskáarnir leggja jú upp til, at lántakarar kunnu nýta pengarnar til annað enn bara húsini. Tí kanst tú kanska rópa hetta fyri eitt slag av nýtsluláni, og so er tað jú relevant frá politiskari síðu, um tað er rætt at lata rentustuðul til innbúgv, uttanlandsferðir og annað.
- Eg skal tó leggja afturat, Búskaparráðið ikki hevur viðgjørt hesi viðurskifti. Framtíðin er jú óviss, men um tað heldur fram, skal eitt nýtt ráð veljast 1. janaur, og so er tað upp til tað ráðið at avgera, staðfestir Unnur at enda.