Rentulækking

Tryggingarfelagið Føroyar lækkar rentuna á øllum bilfíggingum hjá felagnum


 

Rentupolitikkur


Trygingarfelagið Føroyar lækar nú rentuna á bilfíggingunum við trýkvart prosenti úr sjey prosentum árliga niður í seks og ein fjórðings prosent p.a.

Talan er um rentu fyri allar bilfíggingar, líka mikið, hvussu gamal bilurin er, sigur Tryggingarfelagið Føroyar í tíðindaskrivi, sent er um dagarnar.

Lækkingin er avleiðing av rentulækking á fíggjarmarknaðinum sum heild. Hendan lækkingin hevur verið, síðan Trygingarfelagið Føroyar seinast lækkaði sína rentu., Tað var tann 1. august í ár, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Annars sigur Tryggingarfelagð Føroyar í tíðindaskrivinum, at bilfígging nú verður avgreidd beinleiðis hjá bilasøluni.