Tjóðbankin hækkar í dag rentuna 0,25 prosentstig. Tað merkir vanliga, at rentan hjá okkum eisini hækkar Tjóðbankin hækkar í dag útlánsrentuna og rentuna á íløguprógvum 0,25 prosentstig, soleiðis at hon nú er 4,25 prosent. Diskontorentan og foliorentan hækkar somuleiðis 0,25 prosentstig upp til 4 prosent.
Rentuhækkingin kemst av, at Evropiski Miðbankin hevur hækkað leiðandi rentuna 0,25 prosentstig upp til 4 prosent.
Og tá Tjóðarbankin hækkar sína rentu, plagar ikki at ganga long tíð, áðrenn rentan hækkar her hjá okkum.