Rentuhækking á veg

Tjóðbankin hækkar í dag útlánsrentuna og rentuna á íløguprógvum við 0,25 prosentstigum, soleiðis at hon nú er 4,25 prosent. Diskontorentan og foliorentan hækkar somuleiðis við 0,25 prosentstigum upp til 4 prosent.

Rentuhækkingin kemst av, at Evropiski Miðbankin hevur hækkað leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum upp til 4 prosent.

Og tá Tjóðarbankin hækkar rentu sína, so plagar ikki at ganga long tíð, áðrenn rentan hækkar her heima.