Rentuhækking í væntu

Hósdagin fer europiski Miðbankin at hækka leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum. Roknað verður við, at danski Tjóðbankin fer at fylgja leiðandi rentuni, sum eftir hækkanina er 3,25% Roknast kann við, at hetta eisini fer at hava ávirkan í Føroyum, soleiðis at útlánsrentan fer at fáa enn eitt kvink uppeftir, men europiskar greinarar eru ójavnir á máli, hvørt hetta er seinasta rentuhækkanin fyribils. Bloomberg hevur spurt seg fyri hjá 23 greinarum, og 11 av hesum halda, at rentan verður støðug komandi árið. Níggju meta, at rentan eisini fer eitt lop uppeftir í desember, meðan tríggir rokna við, at rentan fer at falla  kanska tvær ferðir  komandi árið.