Rentuhækkingarnar í Danmark kosta brúkarunum og vinnulívinum seks milliardir krónur. Men hækkingarnar fara eisini at skerja keypiorkuna hjá tí privata húsarhaldinum og at tyngja vinnulívið fíggjarliga, og tað kann gera danska búskapin veikari, skrivar Jyllands-Posturin í dag.
-Rentuhækkingarnar taka ikki beinini undan nøkrum, men sjálvandi kosta tær húsarhaldinum pengar, sigur Lars Olsen, búskaparfrøðingur hjá Danske Bank, við blaðið.
Hann sigur, at hvørja ferð rentan á bankalánunum hækkar eitt prosentstig, kostar tað teimum privatu húsarhaldunum 2,7 milliardir krónur. Sama hækking kostar vinnulívinum 3,4 milliardir krónur.