Lækkingin fekk partabrævavirðið at hækka, men dollarin fellur Amerikanski tjóðbankin lækkaði í dag rentuna 0,75 prosentstig, so hon nú er 3,5 prosent. Lækkingin er heldur størri, enn búskaparfrøðingar høvdu væntað.
Rentulækkingin ávirkaði alt fyri eitt partabrævamarknaðirnar. Á marknaðinum í Keypmannahavn hækkaði virðið á partabrøvum í A.P. Møller millum 4,2 og 4,7 prosent eftir áhaldandi fall í fleiri dagar.
Hinvegin fall virðið á amerikanska dollaranum, eftir at tjóðbankin hevði kunngjørt rentulækkingina.










