Rentan á einum 1. veðrættarláni í Suðuroyar Sparikassa fer nú niður á 6,30 prosent p.a. Suðuroyar Sparikassi lækkar nú enn eina ferð rentuna.
Eftir at Tjóðbankin tann 15. januar 2009 lækkaði leiðandi rentuna, lækkar Suðuroyar Sparikassi eisini flestu renturnar við virknaði frá týsdegnum 27. januar 2009.
Hetta merkir m.a., at rentan á 1. veðrættarlánum lækkar við 0,45 prosentstigum og kemur niður á 6,30 prosent p.a.
Suðuroyar Sparikassi sigur, at tær flestu innlánnsrenturnar lækka 0,75 prosentstig.