Rentan lækkar í Danmark

Danski tjóðbankin hevur lækkað rentuna 0,75 prosenstig, og donsku bankarnir gera tað sama Fyrst lækkaði Evropeiski Miðbankin sína rentu, og seinnapartin gjørdi danski tjóðbankin tað sama. Danska lækkingin er 0,75 prosentstig, so tann leiðandi rentan nú er 3,0 prosent.

Í seinastuni hava donsku og føroysku bankarnir ikki lækkað rentuna so nógv sum tjóðbankin fyri at økja rentumarginalin. Men hesaferå er tað líkt til, at teir donsku bankarnir gera somu lækking sum tjóðbankin. Í hvussu er hevur Danske Bank boðað frá, at hansara renta lækkar 0,75 prosentstig við vikrnaði frá næstu viku.

Danskir serfrøðingar vænta, at rentan hjá danska tjóðbankanum fer niður á tvey prosent innan fyri eitt hálvt ár.