Rentan kann lækka 1,5%

Gongst sum ætlað fer tað nú at bera til hjá føroyingum at fáa lán til húsabygging, har rentan er væl lægri enn rentan, sum bankarnir taka fyri húsalán.
Andras Róin, stjóri í Húsalánsgrunninum sigur, at gongst sum ætlað, kann grunnurin skjótt bjóða føroyingum lán, har rentan er bíligari enn tann, sum bankarnir taka.
- Eftir at lógin um er broytt, hevur Húsalánsgrunnin eisini heimild at útvega realkredittlán.
Tað einasta, sum manglar, er, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ger ein kunngerð um tað og hetta er grunnurin í samskifti við landsstýrismannin um.
- Men klára vit at útvega føroyingum bíligari sethúsafígging, fer tað at føra til, at prísurin á húsum og íbúðum fer upp.
- Verður fíggingin bíligari, klára fólk at seta seg fyri hægri lánum og sostatt verða tað dýrari at byggja ella keypa íbúð.
Prísurin verður altíð reguleraður eftir, hvussu nógv fólk hava ráð at rinda.
Men Andras Róin sigur, at fyri at byrgja fyri, at tann bíliga fíggingin fer at elva til príshækking, ætlar Húsalánsgrunnurin at byggja fleiri íbúðir fyri at økja um útboðið.
- Eitt størri útboð fer at trýsta prísin niður, so okkara avbjóðing verður at finna eina javnvág ímillum tað, at bílig fígging trýstir prísin upp, men at størri útboð afturfyri trýstir prísin niður.

Ongin trupulleiki
Tað hevur mangan verið ført fram, at føroyski marknaðurin er ov lítil til at hava ein sjálvstøðugan realkreditt?
- Tað síggi eg ongan trupulleikan í. Tað er rætt, at føroyski marknaðurin er ov lítil til ein sjálvstøðugan realkreditt..
- Hinvegin kann Húsalánsgrunnurin útvega føroyingum donsk realkredittlán.
Tað gera føroysku peningastovnarnir frammanundan.
- Men eg haldi, at rentan er alt ov høg, tí bankarnir taka eitt gjald, sum eftir mínum tykki er alt ov høgt.
Andras Róin sigur, at í Danmark hava almannagagnlig bústaðarfeløg í Danmark, sum Húsalánsgrunnurin, rætt til at útvbega realkredittlán fyri eitt gjald, ella bidrag, uppá 0,27%.
- Hinvegin taka føroyskir bankarnir eitt bidrag upp á eini 1,9% fyri at útvega fólki realkredittlán.
- Fær Húsalánsgrunnurin eisini hendan møguleikan, at taka realkredittlán til at byggja bústaðir í Føroyum fyri, kunnu vit taka lán, har rentan er undir 2%.
- Teir pengarnar kunnu vit brúka at byggja bústaðar í Føroyum fyri og tað hevði gjørt ein øgiligan mun.

Lægri renta
Húsalánsgrunnurin vil eisini fegin hava møguleikan at fíggja sethúsabygging í Føroyum við realkredittlánum.
Men tað strandar eisini uppá áðurnevndu kunngerð, sum tey samskifta við landsstýrismannin í fíggjarmálum við.
- Kemur tað so langt, skulu vit samstarva við ein útlendskan veitari og tað hevur Andras Róin góðar vónir um.
Hann sigur, at fær Húsalánsgrunnurin hendan møguleikan, eru útlit fyri at Húsalánsgrunnurin kann læna fólki pengar til sethúsabygging, har rentan er góð 3%.
- Tað er væl lægri enn bankarentan er í dag. Men kunnu vit útvega lán við eini rentu, sum er eitt-hálvtannað prosent lægri enn rentan, bankarnir nú taka, haldi eg, at vit eiga at gera tað, tí tað hevði gjørt stóran mun hjá teimum, sum byggja.
Hann vísir eisini á, at Húsalánsgrunnurin fær nógvar áheitanir frá fólki, sum spyrja um tey ikki kunnu fáa lán í Húsalánsgrunninum, tí tey vilja sleppa burtur úr bankunum.

Mugu taka ábyrgd
Tað skerst ikki burtur, at føroysku bankarnir hava verið hart ímóti at Húsalánsgrunnurin fær hendan møguleikan, tí tað er kappingaravlagandi at ein almennur grunnur skal kappast við privatu bankarnar.
- Eg haldi ikki, at vit hugsa so nógv um tað. Í Føroyum hava vit ein øgiligan tørv á at útvega góðar, bíligari og fjølbroyttari bústaðir og tað er eitt atlit, sum eigur at viga tyngri enn virksemið hjá nøkrum privatum bankum og kappingarførið.
- Vit halda, at hetta er alt ov týdningarmikið til at tað druknar í einum kjaki um ójavna kapping við privatu bankarnar.
- Vit eru ikki øll sett í verðina fyri at forvinan sum mest. Summi eru sett í verðina fyri at gagna øðrum.
- Og er tað so, at eitt høgir prísir og høg renta elva til fólkafráflyting, haldi eg, at tað er ein ábyrgd, sum vit eiga at taka í álvara.
Andras Róin heldur annars ikki, at kappingin verður avlagað, hóast húsalánsgrunnurin fær heimild at úrtvega og veita fígging.
- Vit hava eisini eitt krav um avkast. Peningurin í Húsalánsgrunnurin er ikki almennur stuðul, men tað eru rentur og avdráttir, sum lántakarar hava goldið lán aftur við.
- Men eitt annað er so tað, at Húsalánsgrunnurin er rættiliga bíligur í rakstri, tí her er ikki so nógv fólk.
- Eg haldi eisini, at tað er eitt gott mál at seta sær, at vit skulu kunna útvega góðar íbúðir til fólk, sum kanska ikki hava so góð ráð, sigur stjórin í Húsalánsgrunnurin.
Les eisini greinina: Byggja íbúðir um alt landið.