Rentan fer niður

Norðoya Sparikassi lækkar 1. September rentur og tænastugjøld.

Hetta stendst av broytingum á føroyska og danska fíggjarmarknaðinum og øktum útreiðslum í sambandi við Innskjótaragrunnin, verður sagt.

Rentubroytingin ber í sær, at lægsta rentan á sethúsalánum við skiftandi rentu lækkar við millum 0,2 og 0,45 prosentstigum, soleiðis at lægsta sethúsarentan verður frá 5,5 prosent. Øll innlán við skiftandi rentu lækka við millum 0,3 og 0,5 prosentstigum.

Rentuískoytið til lán, ið verða rentað í mun til CIBOR, hækkar tó við 0,75 prosentstigum.