Amerikanski tjóðbankastjórin, Ben Bernanke, sigur, at nú altjóða fíggjarkreppan hasar av, fer rentan at hækka. Hann sigur, at tað verður ikki leingi, til amerikanska rentan fer at hækka, og tað kann ávirka rentuna í Evropa.
Hægri renta fer at trýsta húsamarknaðin, men hon kann samstundis virka sum eitt tekin um, at heimurin hevur fingið tamarhald á fíggjarkreppuni, so grundarlag verður fyri búskaparligum vøkstri, sigur DR.
Tjóðbankar í USA og Evropa hava hildið rentuni niðri fyri at forða fyri einum veruligum búskaparskrædli.