Rentan í Evropa lækkar

Evropeiski Miðbankin, ECB, lækkaði í dag rentuna 0,25 prosentstig. Tað ber í sær, at rentan nú er 1,0 prosent, og so lá hevur hon ikki verið síðani fíggjarkreppuna í 2008.

Greinarar høvdu væntað, at ECB fór at lækka rentuna, tí bankarnir hava stórar trupulleikar við at læna pengar við lágari rentu.

Virðisbrøvini á teimum evropeisku marknaðunum mistu eitt sindur av virðinum, eftir at ECB hevði kunngjørt rentulækkingina, men sum skilst komst tað av, at fleiri høvdu væntað, at rentan bleiv lækkað 0,50 prosentstig.