Evropeiski Miðbankin hevur í dag gjørt av at hækka rentuna 0,25 prosentstig, so rentan nú er 1,50 prosent fyri at tálma inflasjónini í evrulondunum. Hetta er aðru ferð í tríggjar mánaðir, at bankin hækkar rentuna. Sambært tíðindastovunum kom tað ikki óvart á fíggjarheimin, at rentan hækkar, tí bankastjórin, Jean-Claude Trichet, er komin við fleiri ábendingum um tað í seinastuni.
Í Keypmannahavn verður hildið fyri vist, at danski tjóðbankin fer at hæøkka donsku rentuna seinni í dag 0,25 prosentstig úr 1,50 í 1,75 prosent.










