-Skal tamarhald fáast á búskapinum, so má ansast væl eftir at rakstrarútrediðslunar ikki vaksa.
Tað segði Jacob Vestergaard, frmasøgumaður Fólkafloksins í sínari røðu. Hann helt eisini, at tað gongu rvæl í Føroyum, men júst tí er neyðugt at ansa eftir at rakstruin ikki gerst dýrari.
Tiil sjálva fíggjarlógina segði hann seg ikki vilja leggja nakran undir at sminka,, men tá ið bert 17 milljónir eru settar av til at gjalda rentur av teimum fimm milljardunum, sum landskassin skyldar, so er hetta í minna lagi. Tí í ár eru renturnar settar til 54 milljónir krónur og í fjør til meira enn 200 miljónir krónur.
Hann fanst at, at ov fáar almennar íløgur verða gjørdar í Suðuroy og at rættast hevði veið at fara undir Hvalbiartunnilin næsta ár.
- Men størsta avbjóðingin er at halda aftur í rakstrinum, legði Javob Vestergaard aftruat.