Rentan í bankunum er lækkað

Ein uppgerð hjá Tjóðbankanum yvir útlánsrentuna hjá teimum donsku bankunum vísir, at teir seinastu fimm mánaðirnar er rentan á lánum til privatfólk lækkað niður í 5,72 prosent og á lánum til vinnuna 4,25 prosent.

Hjá privatfólki er tað serliga rentan á bústaðarlánum, sum er lækkað, meðan rentan á lánum til annað endamál hevur staðið at kalla í stað teir seinastu mánaðirnar. Niðurstøðan hjá Tjóðbankanum er, at samanborið við rentustøðið tey seinastu tíggju árini er útlánsrentan hjá bankunum lág nú.

Uppgerðin hjá Tjóðbankanum vísir eisini, at innlánsrentan er lækkað spakuliga teir seinastu mánaðirnar, og tá útlánsrentan eisini er lækkað, er rentumarginalurin so mikið minni. Tjóðbankin sigur, at í vinnuligum høpi er rentumarginalurin 3,90 prosent og á tí privata økinum 4,64 prosent.