Rennitúrurin

Hugleiðingar hjá Urd Johannesen undan, undir og eftir ein rennitúr

 

Loksins afturkomin frá fyrsta rennitúrinum í meira enn eitt hálvt ár. Andlitsliturin líkist tí hjá einum nýføddum grísi og ?jeg ville eje millioner, hvis sved var guld?. Hálsurin tykist eins turrur og samansnerktur sum ein grindalykkja.

Og tó, so eri eg stolt sum ein pávi(na)... Eg havi vanliga øðiliga torført við at taka meg saman og fara ein rennitúr, hóast vælveran aftan á, átti at verið motivatión nokk til at gera tað til ein fastan tátt til gagns fyri likam og sál. Eg eri altíð í tvíningum, tá ið fyrsti tankin meldar seg, at eg og Reebok áttu at runnið okkum ein túr; tann sunni parturin av mær stuðlar alt hvat hann kann og hugsar um, hvussu gott tað hevði verið at fingið strammað lør og annað hangikjøt upp eitt sindur, meðan hin meira dovni parturin av mær bara biðjur meg slappa av, fáa mær ein kopp av kaffi, harragud, tað er sunnudagur, klokkan er bara hálvgum tíggju. Hetta tjak ímillum ?tað góða og tað ónda? hevur soleiðis hildið á fram í eitt hálvt ár hesuferð. Ein grundin til, at eg himprist (hetta orðið er ætlað Peturi Jensen til heiðurs, nú hann hevur útgivið nýtt yrkingasavn) við at renna er rætt og slætt, at eg keði meg.

Eg havi í mínum ungu døgum runnið nógv, men tað hevur altíð verið eftir onkrum, t.d. einum bólti, á einum liði, ímóti einum øðrum liði, fyri at vinna. Jú, eg dugi eisini at síggja fyrimunin við bara at renna. Tú kanst fara, tá ið tað liggur fyri, tú fær luftað tær á, og latið teg hugtaka av vøkru litunum í luftini, eiga tankarnar fyri teg sjálvan eina løtu, og so kostar tað einki. Alt hetta dugi eg at meta høgt, serliga meðan fetini enn eru løtt og skjót. Men endin er altíð tann, at eg haldi tað verða tápuligt soleiðis at renna eftir ongum, tí í veruleikanum rennir tú undan onkrum; tínum aldri, tínari útsjónd, tínari órøkt og glatan, tínum tonkum ? ja, undan tær sjálvum. Soleiðis sum tú er her og nú.

Klokkan er nú næstan tíggju, kaffið er kølnað, sólin smílist uttan fyri og líggja lotið lokkar. Jú, eg fari. Eg fái mær renniskógvarnar (Reebok; 298 kr. í útsølu) á føturnar, mín reyða Adidas jakka (20 kr. frá Blákross) og buksurnar (ókeypis frá sponsori...vit eru nøkur ár aftur í tíðina). Tað byrjar væl; eg undrist á, hvussu væl eg orki, eri í veruleikanum rættuliga stolt, meðan eg renni so spelkin oman eftir Frælsinum. Møti hissini fólki á gongubreytini; ein, ið ikki hevur sovið rúsin av leygarnáttini av sær enn, fer dinglandi fót fyri fót við hondunum djúpt í lummunum, onkur annar svalar sær á saman við hundinum, teir (hundarnir) skulu jú sína dagliga pissirundu og mugu hava motión. Havi ofta undrast á, at vit eru so íðin at ganga túr við hundinum ímeðan tað samstundis er so sjálvdan, at ein hittir fólk ganga túr við fólki.

Hetta gongur frálíkt, eg ikki so mikið sum sveitti enn. Eg leggi ætlanir um at renna annanhvønn dag nú, eingin trupulleiki tykist verða í tí. Nógvir tankar ferðast aftur og fram, eg føri langar samtalur við vinir og kenningar og ímyndi mær ymiskt í hugaheiminum fyri at gloyma, hvussu keðiligt tað er, og hvussu møðin nú er byrjað at gera um seg. Knøini gera vrøvl, rópa upp um, at tey ikki eru 16 longur og nú byrjar henda her ræðuliga kenslan at koma á meg: at tankarnir renna langt frammanfyri meðan ?korpus umulius? kemur darlandi aftaná. Og enn er bert undanbrekka. Eg eri komin oman í Sandágerð, ein sonn perla, sum tó henda góðveðursmorgun ikki megnar at troysta meg í neyðini. Eg veit, at tað er bert ein vegur heim aftur til siðmenningina ? niðan brekku. Eg missi mótið. Og ondina. Má ganga nøkur fet. Eri skuffað av mær sjálvari. Vánaligt. Men eftir eina stund renni eg so aftur, og nú gongur betur eina løtu. Kanska var hatta bara hasin har navnframi múrurin, sum tey tosa um í samband við maraton. Ei undur í, at eg ikki orkaði so væl íáni. Eg nærkist húsunum, alt sær ljósari út, tí eg havi nú funnið útav, at eg bara kann steðga áðrenn brekkan niðan til húsini byrjar. Tað er eingin uttan eg sjálv, sum veit, at eg hevði ætlað nakað annað. Eg havi runnið í samfullar 20 minuttir. Ikki eiti á. Hetta varð vorðið sum byrjan. Nú er bara at halda á fram. Tann totala vælvildin kemur aftaná, at vøddarnir eru mýktir og hálsurin hevur fingið vætu. Jú, eg eri stolt. Kundi jú líka so gott bara sitið og drukkið ein kopp av kaffi afturat um eg hevði lurtað eftir hinari helvtini av mær.

Dagin eftir sigur Útvarp Føroya so frá um kapping, sum varð um vikuskiftið í súkkling, svimjing og renning. Altso, skil meg rætt; tey somu fólkini íðkaðu allar tríggjar greinarnar. Tilsamans 52 kilometur hvør. Hvar var múrurin, er hann kanska slettis ikki til, aðrastaðni enn uppi í høvdinum hjá mær? Og brátt tykist mítt roysni knapt so frálíkt ... Eg haldi, eg fari yvir til Karat...