Fríggjadagin fer eitt øðrvísi rennitiltak av bakkastokki í Suðuroynni. Umleið 60 luttakarar hava teknað seg, men enn ber til at verða við til ymsu teinarnar Rennitiltakið Vilt de Suðuroy er renning úr Sumba til Sandvíkar, tó ikki í einum, tí hugni, matur og gisting er partur av tiltakinum, ið er frá 3. apríl til 5. apríl. Tað eru 4 teinar, ið eru á skránni og eru teir íalt 45 kilometrar. Sumba-Vágur (12). Vágur-Hov (9). Hov-Trongisvágur (9). Trongisvágur-Sandvík (15).
Tað eru yvir 60 luttakarar, ið hava teknað seg til hetta vikuskiftistiltak, men enn ber til at tekna seg, ella at møta upp ein hálvan tíma áðrenn farið verður undir ymsu teinarnar. Til ber nevniliga at tekna seg til einstøku teinarnar á leiðini.
Partur av skránni er eisini heilsugudstænasta í Hvalba sunnudagin.
Tað er fyritøkan VILT, ið stendur á odda fyri tiltakinum, nú boðað er frá, at 2009 er rørsluár. Meira nágreiniligt um tiltakið er at frætta á www.vilt.fo
Á leiðini fara MBM, Føroya Bjór, Poul Hansen og Poul Michelsen at bjóða rennarunum okkurt leskilgt vikuskiftisdagarnar.
Til ber at renna og at ganga teinarnar, og bussur fylgir við, um onkur legst fyri.
Fyrireikararnir siga, at luttakaratalið er størri enn mett, og hetta fegnast teir um, og eisini gleðast teir um, at starvsfólkið á Strandferðsluni, ið hevur tikið rørsluárið í álvara, hevur teknað seg til Vilt de Suðuroy.