Renningin tarnar ferðsluna

Í morgin verður tann árliga kvinnurenningin á skránni í Havn, og útvið 2000 kvinnur úr øllum landinum hava boðað frá luttøku.

 

 

Sum nakað nýtt enda bæði renni- og gangiteinarnir niðri í Miðbýnum, og tískil verða ávísir vegir í Tórshavn stongdir, meðan kvinnurenningin fer fram.

 

 

Renningin fer seriga at tarna ferðsluni í økinum millum Viðarlundina og Yviri við Strond í tíðarskeiðinum millum klokkan 15.00 og 16.00. 


 
 
Vegir, sum verða stongdir í 15 minuttir, eru Sundsvegur, Hvítanesvegur frá Mannbrekku, Ringvegurin frá Norðurlandahúsinum til Hvítanesvegin og frá R. C. Effersøe gøtu frá SMS niðan á Háls og Steinatún.



 Nakrir vegir verða stongdir í ein tíma. Talan er um Yviri við Strond, Havnargøta, Kopargøta, Àarvegur, Vaglið, Mylnugøta, Vágsbotn, Bøgøta, Tróndargøta og Sverrisgøta, Hoydalsvegur og Gundadalsvegurin við EFFO.