Renning
Í tíðindaskrivissiga fyrireikararnir fegnast um, at longu hósmorgunin høvdu 500 fólk í øllum aldri meldað seg til renningarnar. Veðurfrøðingar boða eisini frá allar fagrasta veðrið í Klaksvík og í Havn um vikuskiftið, so óiva leggjast heilt nógv fólk aftrat.
Í Klaksvík ber eisini til at melda seg til klokkan 13, tá startnummar og endurskinsvestar eisini verða útflýggjað, og klokkan 13.50 – 10 minuttir undan renningni – er felags upphiting á skránni.
Í Havn verður byrjað ein tíma fyrr. Klokkan 12 verða startnummur og vestar útflýggjað, og tá ber enn til at tekna seg. Upphitingin verður við SMS klokkan 12.50, og klokkan 13 verða fyrstu fetini á rutunum so tikin.
Ruturnar
Í Klaksvík verður byrjað og endað við Badmintonhøllina. Øll renna oman eftir Bøgøtu, aftanfyri Skýlið og úteftir. Tey sum renna styttra teinin venda á Gravarbø, meðan tey sum renna longra teinin venda úti á Skarðhamri. Á veg heimaftur verður snarað oman eftir Mækjuvegnum, síðani niðan til Bøgøtu og oman aftur til Badmintonhøllina.
Í Havn er startur og mál við SMS. Leiðin gongur oman gjøgnum miðbýin, framvið Kongabrúnni og út móti Skansanum. Við rundkoyringina við Skansan fara tey, ið ætla sær styttra teinin, til vinstru niðan eftir Jonas Broncks gøtu og R.C. Effersøes gøtu til SMS. Tey, ið ætla sær longra teinin venda til høgru við rundkoyringina og fara eftir Ringvegnum niðan framvið Norðurlandahúsið, oman Áargeil, framvið Badmintonhøllina, síðan út á R.C. Effersøes gøtu og oman í SMS.
Bæði í Havn og Klaksvík er syrgt fyri, at rutan er væl merkt allan vegin.