Renning: Úrslitini frá Vestanstevnu

Teinurin sum bleiv runnin í Sandavági var 7,1 km. Líkindini at renna vóru aftur hesaferð av teimum allarbestu. Hjá bæði monnum varð talan um somu vinnarar, sum í Runavík týskvøldið.

 

Við sigrunum á Vestanstevnu hava bæði Bjørk Herup Olsen og Andrias Hansen tryggja sær samlaða sigurin í opnu bólkunum í Grand Prix longu undan renningina, sum verður á 27. juli á Ólavsøku.

 

Hjá kvinnunum hevur Rebekka Fuglø eisini longu tryggjað sær annaðplássið, meðan kappingin um triðjaplássið stendur ímillum Susan Jacobsen og Karin K. Petersen. Hjá monnunum er harafturímóti spenningur um annaðplássið og triðjaplássið. Sam Vang liggur í løtuni á øðrumplássi, men hann fær í løtuni harða kapping frá Jan Elmar Sørensen, sum hevur tikið seg sera nógv fram í summar.

 

Hjá veteranunum hevur Borgar Biskopstø luttikið í trimum kappingum og vunnið allar, og um hann luttekur á Ólavsøku, so skal nógv til hjá hinum fyri at taka Borgar aftur. Á næstu plássunum eru tað Jósvein Herup Olsen, Pól Sundskarð og Theodor Askham Olsen sum kappast um annað- og triðjaplássið.

 

Hjá superveteranunum hevur Heðin Jóhannessen longu vunnið allar kappingarnar og harvið eisini Grand Prix. Á øðrumplássið og triðjaplássið eru tað Jens R. Weihe og Steindor Hjaltalin sum liggja tryggir og ikki kunna blíva tiknir.

 

Úrslitini frá Vestanstevnu er at finna www.renn.fo