Renning á norðoyastevnu

Hóast kappróðurin framhaldandi er aðalítrðottagreinin á stevnunum, so er hetta langt ífrá einasta ítróttin, sum verður á norðoyastevnu

Í tíðindaskrivi boðar ítróttafelagið, Trystið, frá, at eins og undanfarin ár, verður Føroya Bjór renningin hildin á norðoyastevnu.

Hetta er fjórða árið á rað, at renningin verður fyriskipað, og er hon sostatt nú um at gerast ein fastur táttur í leygardagsskránni á stevnuni.

Luttøkan til renningina hevur eisini verið sera góð, og vóna fyrireikararnir, at hetta eisini verður galdandi í ár.

Sum nevnt, so verður runnið leygardagin, og teinurin, runnin verður eftir, er eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu. Byrjað og endað verður við telefonstøðina.


Partur av Grand-Prix

Aldursbólkar og longd á teininum eru tey somu sum undanfarin ár, og merkir hetta, at børn undir skúlaaldur renna eitt umfar, meðan børn upp til 12 ára aldur renna tvey umfør.

Vaksnu rennararnir byrja við Talvhusið, og skulu renna fimm km. Kappingin fyri vaksin er samstundis annað umfar í Grand-Prix kappingini, sum DSF skipar fyri.


Firma-stafett

Aftur í ár verður roynt at skipa fyri sonevndari firma-stafett. Hetta er kapping, har tríggir luttakarar skulu umboða eitt virki, og síðani verður runnið eitt umfar í part. Hetta merkir, at tá fyrsti rennarin hevur runnið eitt umfar, fer næsti rennarin avstað, og endaliga tíðin verður so uppgjørd, tá triði og seinasti rennarin kemur á mál.

Talan skal vera um tríggjar rennarar frá sama virki, og tey í Treystinum heita á luttakararnar í firma-stafettini um at vera ílatin eins búnar, so lættari er at halda skil á skiftum v.m.


Tilmeldan

Tá síðstu rennararnir eru komnir á mál, verða steyp og heiðursmerki handaði trimum teimum fremstu í ymsu aldursbólkunum. Harumframt fáa luttakarnir eisini okkurt leskiligt frá Føroya Bjór, og drigið verður millum allar luttakararnar um gávur frá ymsu stuðlunum.

Tilmeldan fer fram við telefonstøðina í seinasta lagi hálvan tíma áðrenn renningin byrjar, og verður heitt á rennararnar um at melda til í góðari tíð.

Luttøkugjaldið er 20 kr. fyri børn, meðan vaksin rinda 30 kr., og eru øll sjálvandi vælkomin at luttaka.

Í samband við renningina, og súkklukappingina, sum verður hildin beint aftaná, verður ferðslan í Klaksvík umløgd, og verður víst til lýsing hesum viðvíkjandi.e;tvegis teimum. Tað metir hann, at tey og Várharra eiga at avgreiða sínámillum.

Øll eru vælkomin í kirkjuna, sigur Heri Joensen. Hinkynt, samkynt, frøknut, tjúkk og kløn. Har verður eingin munur gjørdur. Hjá Harranum er eingin munur.

Heri Joensen heitir á øll um at lesa Johannes 17,12 sum er prædikuteksturin til komandi sunnudag. Har biður Jesus so bønliga um, at tey mugu vera eitt, hóast tey ikki eru eins. Hann forðar ongum at búnast og vaksa sín andaliga vøkstur. Hann biður akurskurðarmenninar um at lata tey vaksa saman til heystar. Tá verður tað ein annar enn vit, sum fer at lúka, og har er slett ikki brúk fyri okkum, sigur Heri Joensen, sóknarprestur.