Renning niðan á Sornfelli leygardagin

Mjørkadals Ítróttarfelag (MIF) skipar fyri MIF TOP RUN, fyri 10. ferð í morgin. MIF TOP RUN er motiónsrenning, so øll, sum javnan motiónera kunnu vera við.

 

Øll, sum hava luttikið í MIF TOP RUN hesi árini, hava gjøgnumført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva.

 

TOP RUN er ein avbjóðing, tí teinurin er móti brekku nærum allan vegin. Renningin byrjar vid Effo-støðina í Kollfjarðadali, sum er 75 metrar yvir havinum og endar á Sornfelli, sum er 680 metrar yvir havinum. Til samans er tað eitt strekkið uppá 9,8 kilometrar.

 

Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar:

 

- Menn undir 40 ár

- Menn yvir 40 ár

- Kvinnur undir 40 ár

- Kvinnur yvir 40 ár

 

Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki. Metið fyri menn er 45m 02s, og tað eigur Sigurð Justinussen, sum setti tað í 2005. Hjá kvinnum er tað Rigmor N. Arge, sum rann rutuna í 2011 við tíðini 52m 13s.

 

Rennignin byrjar klokkan 15.00. Meiri fæst at vit um tiltakið HER