Leygardagin tann 27. juli skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Startur og mál í øllum kappingum er á Skálatrøð.
Byrjað verður kl. 18.30, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út á Tinganes.
Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, so verður kappast í tveimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1984 ella fyrr, og vaksin fødd í 1956 ella fyrr (veteranar). Vinnandi maðurin og kvinnan fáa steyp, harumframt fáa nr. 1, 2 og nr. 3 heiðursmerki. Nr. 1, 2 og 3 í veteranbólkunum fáa heiðursmerki.
Kappingin á Ólavsøku er samstundis 6. ? og síðsta - umfar í árligu Grand Prix kappingini hjá teimum vaksnu. Hjá monnunum er Bogi Lenvig fremstur við 200 stigum, nr. 2 er Guttorm Sørensen við 140 stigum og nr. 3 er Bogi Joensen við 116 stigum. Hjá kvinnum er Rigmor N. Arge fremst við 200 stigum, nr. 2 er Sólfríð Fjalsbak við 124 stigum og nr. 3 er Brindis R. Weihe við 88 stigum. Bæði hjá kvinnum og monnum eru samlaðu vinnararnir funnir, meðan hinar støðurnar ikki eru endaliga avgjørdar.
Børnini byrja at renna kl. 19.00 tá dreingir og gentur ? 7 ár (f. 1995 ella seinni) renna eina ferð runt, t. e. 600m. Síðani renna dreingir og gentur ? 10 ár (f. 1992-1994) sama tein
Tey størru børnini skulu renna 2 ferð runt, t. e. 1200 m. Kappast verður í hesum bólkum: dreingir og gentur ? 13 ár (f. 1989-1991) og dreingir og gentur ? 17 ár (f. 1985-1988).
Nr. 1,2 og 3 í teimum ymisku bólkunum hjá gentum og dreingjum fáa heiðursmerki. Vinnarin fær harumframt steyp.
Eins og hjá teimum vaksnu er hetta eisini tann seinasta kappingin í barna Grand Prix kappingini. Spennandi verður tí at síggja hvørjir vinnararnir verða!
Handan av steypum til nr. 1,2 og nr. 3 í Grand Prix kappingini, hjá bæði vaksnum og børnum, verður eftir at fremstu rennararnir á Ólavsøkurenningini eru heiðraðir.
Við vón um at nógv møta til kappingarnar ? í fjør vóru uml. 150 luttakarar ? verða tey ið ætla at luttaka biðin um, at melda seg til við handilin hjá P/F Valdemar Lutzen ímillum kl. 17.30-18.15.
Skráin fyri Ólavsøkurenningina er henda:
Kl. AldursbólkurTeinur
17.30-18.15Tilmelding
30.Vaksin (fødd í 1984 ella fyrr)5 km
19.00Børn - kappast verður í hesi raðfylgju:
Børn ? 7 ár (f. 1995 ella seinni)600 m
Børn ? 10 ár (f. 1992-1994)600 m
Børn ? 13 ár (f. 1989-1991)1200 m
Børn ? 17 ár (f. 1985-1988)1200 m
20.00Heiðursmerkja- og steypahandan