Renning
TF Vetrarkappingin er sama kapping, sum var seinasta vetur, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar.
Talan er um eina vetrarkapping í seks umførum. Annað umfar var fyri trimum vikum síðani í Klaksvík og 3. umfar verður í Havn tann 10. desember. Trý tey seinastu umførini verða í januar, februar og mars næsta ár.
Kappingin minnir um Grand Prix kappingina, sum er um summarið, tó er stigatalvan eitt sindur øðrvísi, og verður kappast í fýra aldursbólkum hjá monnum og kvinnum. Í Havn leygardagin renna tey hesar teinar:
Veteranar kvinnur og menn (f. -1959) - 12 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -89) - 12 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1985-89) - 12 km
Gentur og dreingir (f. 1990-94) - 4 km
Startur og mál verður á Kongabrúnni uttanfyri Tryggingarfelagið Føroyar, og byrja øll samstundis. Rutan er Yviri við Strond og aftur, tey vaksnu renna fleiri umfør og tey yngstu renna eitt umfar. Umklæðing er í kantinuni hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Tryggingarfelagið Føroyar letur heiðursmerki og t-skjúrtu til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum.
Tilmelding fer fram á www.athletics.fo.










