Renning á eystanstevnu

Kapprenningar eru seinnu árini vorðnar fastir tættir á stevnunum kring landið

Eins og undanfarin ár ætlar Roysnið at skipa fyri rennikapping á eystanstevnu. Hesar kappingar eru nú fastur táttur á flest øllum stevnum kring landið.

Kappast verður í trimum bólkum leygardagin 17. juni: Børn undir skúlaaldur, børn í skúlaaldri til og við 12 ár og vaksin.


Teinarnir

Børn undir skúlaaldur byrja við Runavíkar Sjómansheim og renna inneftir. Vent verður við Brotið, og síðani renna tey út aftur á mál við Sjómansheimið. Teinurin er einar 600 metrar.

Børn í skúlaaldri byrja sama stað, men renna inn til Føroya Banka, har tey venda. Tey renna síðan út á mál við Sjómansheimið. Teinurin er umleið 1 km.

Tey vaksnu byrja inni við Miklagarð. Runnið verður runt eina leið, sum gongur út eftir Heiðavegi móti Sjómansheiminum, har vent verður oman móti keiøkinum. Runnið verður so inn eftir Gulasteinsvegi, og vent verður niðan aftur á Heiðaveg inni við Føroya Banka. Síðani verður vent út aftur.

Runnið verður góðar 9 ferðir runt, og samlaði teinurin er 10 km.


Partur av Grand-Prix

Umframt, at kappingin hjá teimum vaksnu er triðja umfar av grand prix kappingini hjá Deildarsambandiðnum fyri Súkkling og Frælsan ítrótt, verður vinnarin útnevndur til føroyameistara á 10 km teininum ár 2000.


Byrjað verður eftir hesi skrá:

- 12.00 Tilmelding við Runavíkar Sjómansheim

- 12.30 Børn undir skúlaaldur renna 600m

- 12.45 Børn í skúlaaldri renna 1000m

13.15 Vaksin renna 10 km


Steyp verða latin vinnarunum í øllum aldursbólkum, og nr. 1, 2 og 3 fáa harumframt heiðursmerkir.

Luttøkugjaldið er 20 kr. fyri børn og 30 kr. fyri vaksin.ru upplýsingar, sum eru komnir fram, eftir at tilboðini vórðu latin upp, og eftir at Landsverkfrøðingurin hevði gjørt sítt tilmæli, ið hava sannført okkum um, at J&K Petersen hevur tað besta tilboðið samanumtikið, sigur hann.

Hann vísir eisini skuldsetingini frá Meistarafelagnum frá sær, um, at við síni framferð hevur leiðslan í P/F Vágatunlinum hevur skatt umdømið hjá Byggitek.

Eitt nú verður hugsað um útalilsið um, at J&K Petersen er sterkari fíggjarliga.

? Vit hava ikki uppá nakran máta úttalað okkum negativt um nakra fyritøku.

? Júst tað, hava vit verið sera varin við. Tí hava vit brúkt orðið heildarmeting, uttan at fara í smálutir um, akkurát, hvørji viðurskifti gera seg galdandi.

? Og roknskapirir hjá feløgunum eru almennir, so teir kann ein og hvør lesa og gera sær sínar metingar av.

? Men at onnur tulkað tað negativt, kunnu vit onki gera við.


Ikki góðkent áðrenn

Men varð Byggitek ikki mett og vigað frammanundan, so at tað var ?góðkent? áðrenn tað varð boðið upp í lisitatiónina?

? Tað er tað fyri so vítt ikki. Vit fingu eitt tilmæli frá Landsverkfrøðinginum um, hvørji feløg skuldi sleppa at bjóða upp á vegirnar og tí tilmælinum fylgdu vit.

? Og tá ið tilboðini verða latin upp, vísir tað seg, at serliga tvey tilboð eru áhugaverd at koma upp á tal at gera arbeiðið.

? Talan var um tilboðið frá Byggitek og tað frá J&K Petersen.

? Tí bóðu vit tey bæði feløgini um ymsar upplýsingar og teir fingu vit.

Klæmint Weihe sigur, at tað, hann kennir til, er tað ikki óvanlig mannagongd,at kanna feløgini við teimum áhugaverdu tilboðunum nærri, tí tann, sum skal hava arbeiðið, skal veita ymsar trygdir.

? Hetta er eitt arbeiðið, sum ofta ikki verður gjørt áðrenn arbeiðini verða boðin út, tí í hesum sambandinum er tað kanska neyðugt at kanna smálutir hjá øllum feløgunum, sum bjóða, og tað er óneyðugt.

? Vit hava bara tørv á at kenna umstøðurnar hjá teimum feløgum, sum hava tey áhugaverdu tilboðini.

Nevndarformaðurin sigur, at umframt tey fíggjarligu viðurskiftini, hevur tað eisini havt stóra ávirkan á avgerðina, at Byggitek hevði valt sær E. Pihl & Søn til samstarvsfelaga, sum skuldi hava ein rættiliga týðandi leiklut í arbeiðnum.

? Vit hava alla tíðina havt tað fatan, at politiskt var tað ynskiligt at brúka so nógva føroyska arbeiðsmegi sum gjørligt.

?Hesa fatanina fingu vit bæði á stovnandi aðalfundinum hjá P/F Vágatunlinum, umframt á fundinum við løgtingslimir og á fundinum við løgtingsins vinnunevnd.

? Tí gjørdu vit av at býta byggiætlanina sundur í tvey, so at sjálvur tunnilin var í einari útbjóðing og vegirnir í einari. Og vegirnir bjóðaðu vit bara út til føroyskar arbeiðstakarar, har sluppu útlendingar ikki upp í part.

? Og tað stríðir ímóti hesum málsetninginum, at Byggitek ætlar at hava Pihl & Søn til undirarbeiðstakara, sum skal gera ein munandi part av arbeiðnum.

Klæmint Weihe sigur, at tað er ein orsøk til, at J&K Petersen liggur best fyri at fáa arbeiðið.

Hann leggur afturat, at í hesum sambandinum verður E. Pihl & Søn í Føroyum ikki mettur at verða ein føroyskur arbeiðstakari, hóast felagið er skrásett her.

?Tí vórðu teir ikki bodnir uppí lisitatiónina-tað var við vilja, leggur nevndarformaðurin afturat.


Breyt tagnarskylduna

Kæmint Weihe dylir heldur ikki fyri, at hann er rættiliga ónøgdir við leiklutin hjá Landsverkfrøðinginum í hesum málinum.

?Landsverkfrøðingurin og Vágatunnilin hava gjørt eina skrivliga avtalu um vegagerðina. ? Eftir hesi avtaluni skuldi Landsverkfrøðingurin umboða okkum í sambandi við vegagerðina. ? Hetta er ein avtala, sum varð gjørd, áðrenn løgtingslógin um tunnilin varð samtykt og hon hevur púra onki at gera við tað eftirlit, sum Landsverkfrøðingurin skal hava av sjálvum tunnilsarbeiðnum.

? Í avtaluni, sum báðir partar hava skrivað undir, stendur eisini, at partarnir hava tagnarskyldu.

? Men tíverri má eg ásanna, at Landsverkfrøðingurin hevur brotið hesa tagnarskylduna, tá ið hann úttalar seg um málið í Sosialinum í seinastuni. Og tað er ómetaliga harmiligt, heldur Klæmint Weihe.

? Men tað er henda saman tagnarskyldan, sum forðar okkum í at fara í smálutir við teimum viðurskiftum, sum tilsamans gjørdu, at vit valdu tilboðið hjá J&K Petersen framum.

? Í hesi avtaluni stendur eisini, at Landsverkfrøðingurin skal í øllum førum seta seg væl og virðiliga inn í tilfarið, so at allir upplýsingarnir koma fram í tí tilmælinum, teir góvu okkum.

?Men tá ið Landsverkfrøðingiurin mælir til, at lata Byggitek, var tað neyðugt hjá okkum at útvega okkum fleiri upplýsingar fyri at kunna taka støðu til tilmælið.

? Landsverkfrðingurin hevði nevniliga ikki útvega teir neyðugu upplýsingarnar. Sostatt mugu vit staðfesta, at ráðgevingin frá teimum var ikki nøktandi.

?Tí gjørdu vit av at fara bæði til byggifelagið við lægsta og næstlægsta tilboðnum fyri at útvega okkum teir upplýsingarnar, sum ráðgevarin skuldi havt útvegað okkum.

Klæmint Weihe vísir eisini aftur pástandinum frá Byggitek um, at eisini Landsbyggifelagið hevur verið ein ráðgevari, sum hevur mælt til, at teir skuldu fáa arbeiðið.

? Tað er ikki rætt, Landsbyggifelagið er ikki við í hesum. Tað er Landsverkfrøðingurin, sum hevur gjørt tilmælið.


Onki politiskt trýst

Hann sigur, at síðani byrjað varð uppá hesa verkætlanina, hevur vágatunnilin ongantíð havt samband við politiska valdið og hevur ongantíð merkt nakra politiska uppílegging.

? Og vit hava heldur ongi politisk harraboð fingið, nú tað er blivið politiskt rumbul burturúr hesi útbjóðingini, sigur Klæmint Veihe.

Hann sigur tó, at teir hava fingið boð um at tosa við Byggitek, men tann fundurin kann í fyrsta lagi ikki vera fyrrenn í næstu viku, tí hesa vikuna er stjórin fyri P/F Vágatunnilin burturstaddur.

Ætlandi skuldi fundurin við Byggitek longu havt verið fríggjadagin, men hann var av ongum, tí Meistarafelagið noktaði limum sínum at samráðast við okkum, sigur Klæmint Weihe.

Heldur tú, at tann fundurin fer at broyta nakað?

?Tað vita vit ikki. Tað kann vera, at upplýsingar koma fram, sum vit ikki hava havt áðrenn og sum gera, at fortreytirnar broytast.