Rennikappingarnar byrja kl. 12

Kl. 12.00 verður tann fyrsta rennikappingin skotin í gongd á Norðoyastevnu, tá verður kappingin fyri vaksin, sum eru fødd áðrenn 1990. Talan verður um ein tein uppá 5 km. Yngri aldursbólkar renna kl. 12.30 og út eftir. Talan verður um 675 metrar fyri tey yngru, og 1350 metrar fyri tey eldru. Til ber at melda seg til rennikappingina, sum er tann fyrsta Grand Prix kappingin í árinum á www.renn.fo - høgligast er at fólk melda seg gjøgnum heimasíðuna, men tað ber til at melda seg til kappingina á staðnum í morgin, líka til klokkan 11.30 í morgin.